Feskur toskur
Toskur – So feskur sum hann kann vera
Vit eru errin av at kunna bjóða tykkum føroyskan tosk av hægstu góðsku. Toskurin verður veiddur á føroyska landgrunninum, og bæði fiskifrøðingar og fiskimenn meta hann at vera millum tann besta toskin í heiminum.
Føroyski toskurin livir undir serligum umstøðum í føroyskum sjógvi, har hitastigið skiftir millum árstíðirnar. Um summarið kann sjógvurin verða upp til 12 stig heitur, meðan hann um veturin ofta er um 6 stig. Hetta gevur toskinum fjølbroytt føði og góð vakstrarlíkindi, sum gera hann vælnørdan og ríkan upp á smakk alt árið.
Úrslitið er ein toskur við framúr góðari góðsku, føstum holdi og tí natúrliga smakkinum, sum føroyski sjógvurin er kendur fyri.
🐟 Feskur úr sjónum – beinleiðis til tín
- Fiskaður í føroyskum sjógvi
- Viðgjørdur og klárur at avheinta innan 8–10 tímar
- Ongin frysting – bert feskur toskur, varðveittur í ísvatni
- Væl egnaður til ovnbakstur, súpan, flak, grill og panering
- Fiskaður á burðardyggan hátt við føroyskum agni
- Beinleiðis frá útróðri til títt borð
Feskleiki, tú kanst smakka
Toskur er ein klassikari í føroyska køkinum, men tá hann er so feskur sum hesin, verður máltíðin nakað heilt serligt. Hvørt tú gert ein gerandisrætt ella bjóðar gestum til borðs, er føroyskur toskur altíð eitt gott val.
Frá okkara báti – til títt borð
50kr. – 1.000kr.Price range: 50kr. through 1.000kr.
Aðrar vørur
Fylg okkum eisini á sosialu miðlunum
Og fá dagføringar um hvussu tað gongst hjá okkum, hvaðani vit eru og nær vit koma inn.







