Um okkum

uM OKKUM
Frá tí at fiskurin verður veiddur, til hann er klárur at avheinta, ganga einans 8–12 tímar. Tað tryggjar fisk av hægstu góðsku, og tað fæst neyvan feskari fiskur.
Veiðuháttur: Vit veiða nærum allan fiskin við línu. Hetta er ein skynsomur og burðardyggur veiðiháttur.


Agn: Vit nýta einans føroyska gággu, sum er veidd í føroyskum firðum á burðardyggan hátt.

Tískil er øll tilgongdin stuttflutt – frá agni til fiskin, sum verður veiddur.
Fylg okkum á

Ein túrur hjá okkum

Hágreiðing

Frá tí at fiskurin verður fiskaður, verður hann kruvdur, væl vaskaður og síðani vippaður í ísvatn beinavegin, soleiðis, at tá ið tú fært hann í hendi, so er fiskurin so feskur sum yvurhøvur gjørligt.

Virðislønir

Føroysk Gágga

Vit leggja dent á burðardygd í øllum liðum. Tí nýta vit einans føroyska gággu, sum er veidd í føroyskum firðum.

Útflytarar og flakavirki, ið keypa frá okkum

Hvat vit bjóða

Feskur fiskur

Føroya feskasti fiskur er ikki longur bert fyri útflytarar og flakavirki. Nú kunnu eisini privat keypa beinleiðis frá okkum.

Ræstur fiskur

Er nakað betri enn ræstur fiskur? Tað halda vit ikki. Tí hava vit fingið loyvi at framleiða og selja ræstan fisk, so tað er lættari hjá tær at njóta máltíðina.

Turrur fiskur

Vit arbeiða miðvíst fyri at veita góðan føroyskan turran fisk til ein familjuvinarligan prís.

Kurvin